Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin: Væl varð møtt í Varpinum fríggjamorgunin, 4.oktobur, tá Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin bjóðaðu starvsfólkum í almennum og privatum stórkøkum til forvitnistligt íblástrartiltak um burðardygga matgerð við kenda danska kokkinum og matslóðaranum, Claus Meyer.

Vitjanin kom í lag sum partur av at Húsarhaldsskúli Føroya í oktobur hátiðarheldur 50 ára stovningardag, og at tað somuleiðis eru 20 ár liðin síðani kokkar úr Norðurlondum orðaðu og skrivaðu undir nýnorðurlendskt matmanifest, ið kann sigast at hava birt í stóra áhugan og virðingina fyri staðbundnu rávørunum, sum vit í dag síggja millum føroyingar og norðurlendingar.

Claus Meyer helt ein áhugaverdan og hugkveikjandi fyrilestur um hvussu umhvørvislig, sosial og fíggjarlig burðardygd kann gerast ein nátúrligur partur av arbeiðinum í køkinum og matvinnuni. Hugleitt varð m.a. um týdningin at gera vælsmakkandi, heilsugóðan og staðbundnan mat atkomuligan fyri fleiri fólk. Vit skulu duga betur at gera meira pláss við borðið.

Claus Meyer hevði somuleiðis ein boðskap um vit skulu gerast betur at nýta og virða góða grønmetið sum týdningarmiklan part av máltíðunum, tí tað gagnar bæði fólkaheilsuni, umhvørvinum og búskapinum.

Til miðmála í Varpinum borðreiddu
1 árs næmingar á Kokkaútbúgvingini
:
- súpan við staðbundnum fiski úr Klaksvík, grønmeti av Sandi og urtum úr Kvívík, og síðani leitaðu luttakararnir yvir á Skúlatrøð til seinnapartstiltak um Nýnorðurlendska matmanifestið. Claus Meyer greiddi her frá visjónunum handan manifestið matarbeiðið, og síðani var gott kjak millum føroysk matfólk, sum arbeiða innan matgerð á stovni, undirvísing, framleiðslu og kostfrøði. Hugaligt var at hoyra um positivu menningini á matøkinum, og eingin ivi er um, at vit hava mangar dugnaligar eldsálir og týdningarmikil átøk á økinum.

Í samband við tiltakið á Skúlatrøð bjóðaðu næmingarnar á Húsarhaldsskúla Føroya brotbreyð við staðbundnum tara og broysknar mairótardálar úr Dímun. Fyriskipararnar arbeiða dagliga við at økja tilvitanina og virðingina fyri staðbundna matinum, og tí varð tað ein sjálvfylgja, at borðreitt varð einans við góðum, føroyskum rávørum eftir árstíð í Varpinum og á Skúlatrøð, og tað var eisini hugaligt hjá næmingunum at sansa og arbeiða við føroysku rávørunum.

Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin takka øllum, ið tóku lut á tiltøkunum í Varpinum og á Skúlatrøð. Tað hevur alstóran týdning at tað almenna og privata støðugt arbeiða við at lyfta og menna føroyska matøkið, og vónin er at mattiltøk og - verkstovur álík hesum kunnu førka okkum øll fram á leiðini til eina burðardygga og heilsugóða føroyska matskipan, sum er atkomulig fyri øll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo