Tá eitt ferðafólk, sum skuldi við SAS úr Oslo til Malaga, skuldi fáa sær at eta, sprakk ein livandi mús úr matboksini og krógvaði seg onkustaðni í flogfarinum.
Eftir eini løtu gjørdi skiparin av, at onki annað var at gera enn at trygdarlenda í Keypmannahavn, so músin kundi verða funnin.
Við AFP sigur Oystein Schmidt, talsmaður fyri SAS, at hóast slíkar hendingar eru sera sjaldsamar, so eru fastar mannagongdir fyri, hvussu ein slík hending skal handfarast. Tí ein mús kann gera skaða á flogfarið, um hon fer at gnaga útgerðina umborð.
Við BBC sigur Jarle Borrestad sum var eitt av ferðafólkunum, og sat undir liðini á kvinnuni sum fann músina í matinum, at tað var ongantíð nakar panikkur umborð.
- Men eg koyrdi buksubrókina niður í hosurnar, so músin ikki skuldi renna upp eftir lærinum á mær, leggur hann aftur.
Fólkini vórðu seinni flogin til Malaga við einum øðrum flogfari.
SAS sigur, at flogfelagið nú fer at taka eitt álvarsprát við fyritøkuna sum leverar matin til flogførini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo