Á møtinum í Libanon kl. 17 fer Jens Peder Pedersen m.a. at siga frá um teirra fongsulsmissión í Rumenien. Tórhallur fer at tosa við hann live yvir Skype.
Jens Peder Pedersen hevur, saman við øðrum í síni samkomu, Åben Kirke Herning, gjørt missiónsarbeiði í fongslum í Rumenia, og hava uppliva at nógvir fangar hava tikið við trúgv og fingið lív síni broytt.
Hetta hevur eisini broytt viðurskiftini í fongslunum nógv.
Jens Peder vil eisini bjóða áhugaðum trúgvandi føroyingum at vera við, ikki tí tey mangla fólk, men fyri at síggja, uppliva og kanska læra okkurt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo