Tórshavnar kommuna: Nú frá 1. juli at rokna er Mortan Simonsen settur í starv sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu.
Mortan er útbúgvin cand. polit. Hann hevur drúgvar royndir sum búskaparfrøðingur og leiðandi ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum.
Mortan hevur verið ráðgevi í Vinnuhúsinum og eitt skifti ráðgevandi búskaparfrøðingur í egnum virki.
Mortan hevur seinasta árið starvast sum fíggjarfulltrúi í teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu, og frá 1. juli at rokna er hann settur í starv sum nýggjur fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo