Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Føroya Tele-deildin, menn: Mjølnir – SÍ 3-1 (17-25, 25-22, 25-21, 25-19)

Fyri aðru ferð í ein mánað stóð oddasessurin upp á spæl ímillum Mjølnir og SÍ, og aftur hesa ferð fingu vit ein spennandi dyst, hóast hann ikki var heilt so dramatiskur, sum fimmsettarin seinast.

Sí legði seg tíðliga fýra stig framum í fyrsta setti, og tann munurin hevði heldur hug at vaksa enn at minka, so hvørt sum settið leið.  

Í øðrum setti var viðvent; nú var tað Mjølnir, sum lá eini trý, fýra stig frammanfyri og hevði hug at økja. Mjølnir økti eisini upp í 22-16, men so fór Cristiano Campos at serva fyri SÍ, og hørðu servurnar - harímillum tvey ess - voldu Mjølni stórar trupulleikar, og skjótt gjørdist javnleikur 22-22. Men longur kom SÍ ikki, tí fyrst hamraði Mateusz Pazgan bóltin í gólvið til 23-22 til Mjølnir, síðan gekk ein dómur SÍ ímóti, og til seinast blokkaði Stefan Rosenlund smassjið frá Hjørti Joensen. Fyri SÍ kendist tað snópisligt, fyrst at hava gjørt tað harða arbeiðið at javna til 22-22, fyri síðan at tapa teir tríggjar avgerandi bóltarnar.

Í triðja setti hevði SÍ munin fyrra helmingin og var á odda 9-5, tá munurin fór at minka aftur. Javnt var við 10-10, og leingi skifti støðan síðan ímillum javnleik, og at Mjølnir var frammanfyri  við einum. Eftir javnleik 21-21 vann Mjølnir fýra á rað, og aftur vann blokkurin seinasta bóltin; hesaferð var tað Ólavur Johannesen sum steðgaði smassjinum frá Hjørti Joensen.   

Eftir at hava verið aftanfyri við fimm stigum í fjórða settinum, fekk SÍ samband aftur við støðuna 14-15, men skjótt vaks munurin aftur, og Mjølnir fór upp á 20-16 og vann síðani settið 25-19, sum ongantíð gjørdist veruliga spennandi.  

Fleyr – Ternan 3-0 (25-20, 25-14, 25-16)
Fleyr vann lættliga á Ternuni í gjár og vinnur Fleyr aftur á Ternuni sunnudagin, sum er seinasti dystur í Føroya Tele-deildini fyri jól, so yvirhálar Fleyr ÍF á triðjaplássi, um ÍF ikki vinnur á Mjølni mikudagin.

Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:

Lið 

Dystir 

Settmunur 

Stig 

Mjølnir 

11 

18 

SÍ 

14 

ÍF 

10 

Fleyr 

-1 

Ternan 

-21 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo