FBF/ Hotel Djurhuus-deildin:
Mjølnir – SÍ 3-2 (21-25, 25-11, 25-22, 19-25, 15-10)
Undan dystinum í kvøld hevði SÍ fult stigatal fyri sínar sjey dystir í Hotel Djurhuus-deildini, men í Klaksvík rendi SÍ seg í fyrsta ósigurin hetta kappingarárið, tá Mjølnir í fimm settum vann á oddaliðnum.
Tað var heimaliðið, sum legði best fyri og tók seg framum 5-1 og var eisini fyri tað mesta á odda til 18-15, tá ið stígur kom í, og SÍ fór framum 20-18 við fimm stigum á rað og megnaði at halda frástøðuna og vinna fyrsta settið 25-21.
Í øðrum setti legði Mjølnir fyri sum eitt óløgi og fór frá 5-3 upp á 14-3 í einum háli, og mest sum avgjørdi settið beinanveg.
Í triðja setti var støðan júst tann øvugta, og SÍ legði seg á odda 9-1. Her freistaðust tey flestu at halda, at settið mundi vera avgjørt, men við sjey stigum á rað fekk Mjølnir samband aftur við SÍ og javnaði seinni til 10-10 og fór framum 16-14. SÍ megnaði ongantíð at endurvinna leiðsluna, og heldur økti Mjølnir um munin og vann 25-22.
Fjórða sett var javnt til 8-8, tá SÍ vann 11 av teimum næstu 12 bóltunum og fór framum 19-9 og vann settið sannførandi 25-19.
Mjølnir fekk betri byrjanina í javnbrótaranum og legði seg á odda 5-1, áðrenn SÍ minkaði um munin til 4-5. Mjølnir sleit seg tó leyst aftur og fór framum 8-4 og misti ongantíð takið aftur og vann 15-10.
Við teimum tveimum stigunum kom Mjølnir upp á liðina á Fleyr á øðrumplássi við sama stigatali, men Fleyr hevur betur settmun og hevur eisini spælt tveir dystir færri.
Leygardagin kl. 13 spæla KÍF og Fleyr, har KÍF við sigri kann fara framvið Fleyr og klintra heilt upp á annaðplássið.
Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | SÍ | 8 | 18 | 22 |
2 | Fleyr | 7 | 5 | 13 |
3 | Mjølnir | 9 | 2 | 13 |
4 | KÍF | 7 | 0 | 11 |
5 | TB | 7 | -2 | 10 |
6 | Dráttur | 8 | -23 | 0 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo