Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað vóru sorgarboð, tá ið eg frætti at vinur - og fyrrverandi stjóri mín, Lars Mohr Nielsen var farin um sýn.

Ikki hevði eg ímyndað mær, at hósdagurin var seinasti dagurin, har vit fingu eitt gott prát um leyst og fast og hendingar og søgur, sum tú altið var til reiðar at fortelja. Eg gleddist um, at tú treivst væl hjá Heilsufrøðuligu Starvstovuni, hóast eg mangan havi saknað teg sum stavsfelaga, síðani tú gavst á Djóralæknastovuni.

Eingin spurningur var ov býttur at spyrja og altíð gav tú tær stundir at geiða frá ella tekna tað niður á pappír, so tað var skilligari.

Sum tannáringur var eg so heppin at sleppa í starvsvenjing á Djóralæknastovuni. Tað var ein so góð uppliving fyri meg, at eg longu tá avgjørdi, hvørja yrkisleið eg skuldi fara. Á sumri 2016 ringdi telefonin og eg varð bjóðað at koma heim í læru sum djórasjúkrarøktari, sum tann fyrsta innan hetta yrki í Føroyum. Nú eru vit tveir í Føroyum og hetta slóðaði m.a. tú fyri.

Óteljandi løtur í bæði álvara og gaman hava verið á klinikkini i Stoffalág. Í onkrari pausu bleiv ukelele’in støvað av og tú lærdi meg at spæla m.a. “Somewere over the rainbow”. Minnir um løtur, ið nú brádliga fingu so ótrúliga stóran týdning fyri meg.

Tú var skemtingarsamur, hjartaligur, menniskjaligur og hevði stóra umsorgan fyri bæði tvey- og fýrbeintum. Eins og tú hevði áhuga fyri djórum og var góður við djór, gavst tú eisini náttúruni ans og hevði virðing fyri henni. Eisini hevði tú stóran áhuga fyri tí, ið hendi í samfelagnum. Kendi nógv fólk og hevði eina stóra vitan um alt møguligt. Alt tóktist lætt hjá tær, dugdi næstan alt og var ofta meir enn djóralækni og stjóri.

Vit eru mong, ið fara at sakna teg, men størstur er saknurin hjá foreldrum, systkjum og børnum við familju. Harrin troysti tykkum!

Eg vil við hesum fáu orðum vísa virðing og minnast ein góðan vin, starvsfelaga, lærumeistara, stjóra, djóravin.

Hvíl í friði, Lars “ somewere over the rainbow”

- Silvia Dánialsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo