Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tung vóru boðini um at Kambur var í havsneyð kom sum ein sjókkur á meg og allar føroyingar sum heild. At lesa slíkt hendan lagnudagin 6 februar 2024, fari eg ongantíð at gloyma. Henda syrgiliga vanlukka, situr fast hjá okkum øllum føroyingum. Saknurin eftir tær er stórur góði Heini.

Eg havi hugsað leingið, um at skriva nøkur orð um teg góði Heine. Men havi ikki ordliga kunna skriva um teg fyrr enn nú. Orsøkin til tað er, at eg havi liva við vónini um, at tú fór nok at koma aftur til Vágs.

Men tíverri hvílur tú á havsins botni, har tú eisini valdi títt yrki sum sjóðmaður, frá heilt ungum árum.

Í dag er jú allahalgannadagur og minningarhaldið fyri teimum sjólátnu, sum verður hildið nógvastaðir í landinum og eisini í Vági.

Heine var eisini ein sera avhildin maður. Sera nógv fólk savnaðist eisini í Vági í dag, fyri at minnast teg og onnur sum hava latið lív á sjónum gjøgnum árið og tíðirnar.

Her eitt brot úr tíðindindum hendan sorgardagin. "Línuskipið Kambur hevur fingið ein sjógv sunnan fyri Suðuroynna og tyrlan er í ferð við at taka manniningina av skipinum". Okur fara ongantíð at gloyma henda lagnudagin, har Heini og Bjarni Bisp ið sjólótust ávíkavist 47 og 57 ára gamlir.

Eg var so heldigur góði Heini, at hava eina hugnaliga løtu saman við tær beint áðrenn tú fór avstað hendan lagnutúrun við Kambi.

Nevnast skal, at Heini og Sonni bróður tosaðu saman á messenger bert fáar tímar áðrenn vanlukka hendi. Nevnast skal eisini at Sonni og Heine hava verið sera góðir vinmenn gjøgnum alt lívið og verið sera tætt tilknýttur, síðani teir vóru smádreingir.

So hesin dagurin situr sera tungur í minninum hjá okkum øllum. Ein dagur sum okur ongantíð fara at gloyma, tíverri. Men góðu minnini um teg góði Heini hava okur øll, sum hava kent teg, tíbetur.

Okur vóru altíð í góðum hondum í húsinum hjá góða beiggja tínum Ingvard. Har var og er blíðskapurin altíð framúr. Tykur báðir syrgdu altíð fyri, at ein var bæði mettur og væl settur. Oftani á míðari nátt var bæði ræstkjøt og suppa gjørt til okkum øll sum inni vóru.

Gávumildur vart tú sum eingin annar. Eg og okur øll, takka tær fyri allan tann fiskin okur hava fingið frá tær gjøgnum árini.

Sum onkur eisini skrivar á facebook á tínum vanga, um týtt gávulyndi “ ert tú svong góða, manglar tú fisk “ Soleiðis var Heine, hann gloymdi ongan og gav altíð eina hjálpandi hond, um ein hevði brúk fyri tí.

Okkara felags vinur Hassi Dahl Jacobsen, sum tíverri, eisini fór alt ov týðligani bert bert 44 ára gamal í 2018. Hassi var eisini sjomaður.

Hassi kom heim til Føroyar, nakað áðrenn hann andaðist í 2018 og har var tú Heine beinanvegin klárur at hjálpa honum, við øllum. Soleiðis at hann kundi byggja sær sína tilveru uppaftur her í Føroyum. Hassi kom eisini við tær til sjós.

Hinvegin vóru eisini boð frá Jesuspápa eftir Hassa nakað eftir heimferðina í Vági, tíverri.

Nevnast skal eisini, at Hassi var ein sera raskur sjóðmaður, eins tú góði Heine. Lagnan vildi tað soleiðis, at nú eru tykur báðir farnir til eitt betri stað, á alt ov ungum árum.

Heldur ikki var tað løgið at Heine valdi sær sjógvin, sum sítt livsyrki. At vera sjóðmaður liggur í familjuni hjá Heina. Har bæði pápin Aksel, beiggin Ingvard, mammubeiggin Evald, abbin Ingvard og Sverri abbin. Allir eru og vóru av raskastu sjómonnum.

Heini var altíð burtur og tá hann var heima, ja so róði hann út saman við Ingvard beiggjanum og pápanum Aksel.

Ikki havi eg verið nakrar sjóðgarpur, men tó so, var eg saman við Heina og Hassa við Skúanes og Mai. Tá var Heini bert 15 ára gamal. Heine var longu tá farin til sjós fleiri ár frammaundan. Meini hann var 12 ár fyrstuferð, hann var á sjónum.

Evald mammubeiggi tín var eisini við Skúanes. Eins Sonni bróður og Mortan bróður.

Í dag er jú allahalgannadagur og minningarhaldið er fyri teimum sjólátnu, nógvastaðir í landinum og eisini her í Vági.

At Heini eisini var ein sera avhildin maður, er eingin ivi herfrá. Sera nógv fólk savnaðist eisini í Vági í dag, fyri at minnast teg og onnur sum hava latið lív á sjónum í ár og gjøgnum árini.

Eisini hava nógv fólk og nógvir av tínum vinum, verið tilstaðar tá minningarhald hava verið um teg, síðani sjógvurin tók teg góði Heini. Tað vísur so sannliga eisini, at tú vart ein avhildin og virðiligur maður.

Takk fyri alt góði Heini og okur síggjast ein dag

Mínar tankar eru hjá tykkum í dag góðu tykur øll tey nærmastu, sum eftir sita

Genesis, Adrian, Marita, Ingvard, Rebekka, Einar, Sunnrid, Aksel og Ránnvá.

Má Harrin styrkja tykkum øll í sorgini.

Levi Mørk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo