Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

★ 08.04.1927  † 11.06.2024

Góða allarbesta Halldóra mostir, nú orkaði tú ikki meira. 97 ár vóru tær givin; tað eru vit mong, ið eru sera takksom fyri, ikki minst døturnar við familju.

Tú vart borin í heim í Norðragøtu. Tit vóru 13 systkin, ið vuksu upp á Geilabø, 7 systrar og 6 brøður. Foreldrini vóru Magdalena og Tummas Jákup Thomsen. Sum ung giftist tú til Fuglafjarðar við Kristian Suna Haraldsen, “Bassa.” Tit giftust inn, og bleiv hetta tykkara heim.

Í Gøtu vart tú uppvaksin við handli, og kom hetta at halda áfram, tá ið tú flutti til Fuglafjarðar. Har var bæði fiskaarbeiði og handil, og arbeiddu tit saman við beiggja Bassa, Oddfríði.

Í handlinum hjá Haraldsen bleiv títt dagliga yrki, fyrst í tí gamla handlinum, og síðani bleiv nýggjur handil bygdur. Hetta gekst tú høgt upp í, og bleiv hetta títt lívsstarv.

Góða mostir, tað hevur ikki altíð verið lætt hjá tær. Tú vart bara 42 ár, tá ið Bassi gubbi doyði. Tað var hart. Guðrið var tannáringur og Mirjam smágenta. Hóast hendan smeitin gavst tú ongantíð upp. Tit høvdu fyritøku, og lá tí ein stór ábyrgd á tær. Hetta kláraði tú fyrimyndarliga! Arbeiðssom, røsk, tolin og sterk hevur tú altíð verið, eitt sinnalag og lyndi sum fáur, og tín partur lá ongantíð eftir. Tú arbeiddi nógv, tókst tær væl av gentunum og passaði tykkara snotiliga heim, sum enn tann dag í dag er eitt tað vakrasta heimið í Føroyum. Eg minnist, at eg altíð var so errin av at siga vinkonum og øðrum frá, at har búði mostir mín.

Seinni fluttu báðar døturnar til Havnar. Tað hevði tú tað gott við. Arbeiðið hjá tær var í Fuglafirði, og har hoyrdi tú heima, har treivst tú væl, og tú hevði tað ókey við at vera einsamøll. Tær dámdi frið, sum tú oftani segði, og tú keddi teg ongantíð. Tú visti eisini, sum var, at hóast tey búðu í Havn, so komu tey oftani á vitjan. Kærleikin til genturnar og seinni versynir, ommubørn og langommubørn hevur altíð verið sermerktur, og tú elskaði tey øll treytaleyst.

Tá ið tú bleivst eldri, valdi tú at flyta úr Fuglafirði til Havnar. Tú hevði øll tíni kæru so nær við hjá tær, og veit eg, at hetta vóru døturnar og øll teirra sera glað fyri. Ommubørnini og langommubørnini komu títt at vitja. Hetta gleddi teg dagliga, og ikki minst var tað gott fyri Guðrið og Mirjam at hava teirra kæru mammu beint við. Tit hava havt so nógv gott saman, hava verið so raskar at fara út við mammu tykkara, á kafe, konsertir, biltúr o.s.fr. Hetta dámdi henni so væl, hon var so frísk í tí, og var altíð við upp á alt. Tú vart teirra eitt og alt, eins og øll tíni fyltu nógv hjá tær. Sum tú ofta plagdi at siga við meg, so var tað altíð onkur, ið vitjaði, og tað frøddist tú um og vart takksom fyri. Glað og takksom vart tú, tá ið ommusonurin Bassi tók yvir handilin í Fuglafirði, hetta, at fyritøkan helt fram í familjuni, hevði stóran týdning fyri teg.

Tykkara heim í Fuglafirði og okkara heim í Gøtu hava altíð havt eitt serstakt tilknýti. Eg minnist, at pápi tykkara og babba vóru bestu vinmenn, og mamma tykkara og mamma vóru sera tætt knýttar. Tey fingust øll við handilsvinnuna. Vitjað varð nógv bæði í Fuglafirði og Gøtu, og havi eg nógv góð og fløvandi minni úr heiminum í Fuglafirði sum smágenta, og sjálvandi øll árini tú búði har. Altíð kendist tað so heitt og fjálgt at sita í harraverilsinum, fáa góðan drekkamunn og heimabakað afturvið, barna- og ungdómsminni eru rík, og eru míni góð og serstøk úr heimi tykkara í Fuglafirði.

Eg havi verið sera tætt knýtt at tær, allarbesta mostir, serliga síðani eg misti babba og mammu fyri mongum árum síðani. Tú vart nakað serstakt fyri meg; tú vart ein klettur, og eg føldi meg altíð trygga saman við tær. Við teg kundi eg tosa um alt. Altíð kundi eg koma til tín. Tú vart mín “eyka mamma.” Eg eri so takksom fyri alt tað, tú hevur verið fyri meg og míni, heilt til tú ikki orkaði meira. Eg eigi ikki orð, mín elskaða Halldóra mostir. Altíð hevur tú verið so vøkur, so hábærslig, og nú tú náddi ein høgan aldur, vart tú eins vøkur; slætta húð, pent dæmi, tjúkt flott hár, og tú vart altíð so pent klødd. Tað legði tú stóran dent á, ikki tað fína, men nossligt og vakurt. Tá ið eg vitjaði teg, so skuldi eg tjekka, um hárið sat pent, taka bustina ígjøgnum, áðrenn vit fóru út í uppihaldsstovuna. Sum eg fari at sakna tær dýrabæru løturnar, vit høvdu saman, og tað trúfestið tú allar tíðir hevur víst mær.

Hóast aldurin var høgur, so hevur tú verið so væl fyri og prátað um alt. Tú vart so stuttlig, mostir, og tú dugdi so væl at taka til og skemtast. Hvørja ferð eg vitjaði teg, so spurdi tú eftir øllum mínum, og hvat nýtt var úr Gøtu. Tú vart áhugað í, hvat øll tókust við, hvussu tey høvdu tað, og hvat hendi í samfelagnum. Ein ótrúlig kvinna. Vit høvdu mangar stuttligar og hugnaligar løtur saman, eisini nú tú vart eldri.

Góða allarbesta Halldóra mostir, nú ert tú komin heim til Jesuspápa, sum tú setti títt álit á, og ert nú saman við teimum, sum undan eru farin.

Góðu Guðrið og Mirjam og øll tykkara, saknurin er og verður stórur, men vit eiga øll tey serstøku minnini um hesa megnarkvinnu, sum gav okkum so nógv, og sum var móðir tykkara.

Hvíl í friði, góða mostir.

Takk fyri alt, tú vart fyri meg.

Mildrið Eivindsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo