Annan jóladag andaðist Hanna Johannesen, fødd Heinesen. Hon var 93 ár, nú ið hon slóknaði.
Hanna var skótaleiðari hjá okkum KFUK skótum í Klaksvík, tá ið vit vóru stórar smágentur og hálvvaksnar, og kom hon soleiðis at hava stóra ávirkan á okkara lív. Hanna var eitt skilafólk, og tað var frá fyrsta degi týðiligt, at hon vildi okkum væl, hon hevði umsorgan fyri okkum skótum, og hon skilti hugsunarháttin hjá børnum og ungum.
Hon átti sjálv børn um sama aldur sum vit. Vit fingu leysar teymar, men vóru undir ábyrgd og tað riggaði væl.
Í 1972 vóru vit niðri á landslegu á Serridslevgård uttan fyri Horsens. Men frammanundan arbeiddu vit við at hava basar og eydnuhjól, og vit seldu eisini lutaseðlar til frama fyri gentuskótarnar.
Hanna hevði evstu ábyrgdina, men hon dugdi so væl at hava okkum allar við í arbeiðinum, og tað var ógvuliga gevandi og læruríkt fyri okkum sum hálvvaksnar gentur. Vit fyrireikaðu okkum væl til leguna og høvdu eydnuhjól og jólabasar 2 ár á rað. Og vit lærdu so nógv av hesum, bæði at fyrireika, at samstarva og nógv handaligt arbeiði, tí vit gjørdu allar lutirnar sjálvar við hjálp frá familju og góðum fólki.
Eina ferð um vikuna hittust vit í hesum sambandi í prestagarðinum á Ziskatrøð, har prestafrúan Karen legði okkum lag á og lærdi okkum frá grundini av at arbeiða við stoffmáling og stoffprenti.
Toyið til lutirnar fingu vit burtur úr mjølsekkum, sum vit fingu frá bakarunum í býnum. Sekkirnar vaskaðu vit og gjørdu til, tað var gott tilfar í hesum mjølsekkunum, og soleiðis lærdu vit at gagnnýta og endurnýta, tað ið gott var. Og vit seymaðu dúkar, bakkabond, tehettur og mangt annað.
Hesar fyrireikingarnar skaptu vinalag og gott samanhald. Fyri innkomna peningin keyptu vit nýggj, góð tjøld, ið vit høvdu við á leguna.
Hitabylgja var í Danmark hetta summarið, men onkuntíð regnaði eisini av grimd, men vit høvdu góð tjøld og lógu turrar,- tað vóru tað ikki allar, sum gjørdu.
Hanna var praktisk og pragmatisk - eitt nú endurskoðaði hon provianteringina, tá ið vit plagdu at vera á Kambsdali á legu. Hon visti, hvat ið børn á okkara aldri vildu hava og syrgdi fyri, at vit fingu tað, t.d. varð havragreyturin skiftur út við corn flakes og mjólk og ókókað havragrýn.
Á Danmarkarferðini komu hennara góðu evni til at skipa fyri rættiliga til sín rætt. Eitt nú, tá ið vit allar stóðu svangar og tystar á høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn í hita, sum vit ikki vóru vanar við, og á støðini var alt afturlatið og einki vatn.
Vit skuldu til Horsens við toki, hagar vit komu á miðjari nátt. Hanna visti ráð í øllum førum.
Og hesaferð hevði Hanna, ið var uppvaksin niðri, verið á Grønttorginum á Israels Plads og keypt frukt, m.a. vatnmelónir, sum vit fingu í tokinum. Hetta var bæði matur og drekka, og so sera forkunnugt, tí hesa frukt høvdu vit ongantíð sæð fyrr. Og tað var altíð á stillføran hátt. Hjá henni var onki roks, bara siðilig medferð og sunn fornuft.
Á leguni í Horsens gjørdist illveður ta seinastu náttina, og Hanna gekk uppi og helt vakt alla náttina. Hon hevði ábyrgd av okkum, og tað tók hon í fullum álvara. Foreldrini kundu vera trygg, at vit vóru í góðum hondum.
Seinni í lívinum sannaðu vit, hvussu stóran týdning hesi árini sum skótar fingu fyri okkum.
Tað eru varðar á lívsleiðini, ið vit tóku við okkum víðari í lívinum við takksemi. Og miðdepil í tí var Hanna. Á sín stillføra hátt gav hon okkum gentuskótum so nógv.
Við ørindinum, ið vit sungu so ofta hjá skótunum, fara vit at heilsa Hannu við takksemi:
”Dagur doyr, skýming er
yvir dal, yvir berg, yvir hav,
kvirt er alt,
tryggur hvíl.
Guð er nær.”
Við skótakvøðu og takk fyri alt, góða Hanna.
Kristinbjørg og Nicolina
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo