Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tá eg fekk eg boðini at Judmund Øregaard, pápabeiggi, var farin um sýnina 81 ára gamal, vóru tað sorgarboð at fáa, hóast vit vistu, at Judmund var sera sjúkur og veikur, so var tungt at fáa slík boð.

Judmund var yngstur av ellivu systkjum, hann var hin síðsti í eldra ættarliðinum - nú eru øll farin.

Judmund var føddur og vaks upp í Fuglafirði, hann var sonur Elisabeth og Poul Øregaard, men bert 4 mánaðir gamal bleiv hann faðirleysur; í syrgiligari vanlukku druknaði faðir hansara við bryggjuna í Fuglafirði.

Tey vóru tá 10 systkin, og fleiri av teimum vóru smábørn. Hetta var ein harður stoytur fyri ommu okkara, mammu Judmund. Men øll systkini komu væl undan.

Judmund giftist við Herdis, dóttir Herdis og Hans Paula Klein. Tey fingu tveir synir, Páll og Hans Christian, barnabørnini eru sjey, og langabba – og langommubørnini eru tíggju.

Sum unglingi arbeiddi Judmund í handlinum hjá Pidda í Fuglafirði, Piddi var sonur gamla Sámal Petur. Millum annað koyrdi hann vøru út, og hetta varð gjørt við einari súkklu, sum hevði ein rimakassa frammantil á súkkluni. 

Tá hann var komin til mans, fór hann til skips. 

Mær untist at vera tveir saltfiskatúrar saman við Judmundi, hetta var í 1961/1962 við síðutrolaranum Skálabergi.

Judmund var tiltikin raskur og skjótførur, hetta fekk eg eisini at sanna tann seinna túrin vit vóru saman.

Komnir út á fiskileið aftur eftir bunkring inni í Føroyingahavnini, gjørdu vit eitt hál á Fylla Bank, skipið var sera tungt og fekk stóra slagsíðu á bagborð, tí sjógvur skolaði inn í brotum.

Alt dekkið fyltist við sjógvi, tað var ein øgilig sjón, og á einari av teimum stóru lastalúkunum var ein minni lúka skrúva av, og haðani varð fiskurin førdur ígjøgnum slisku niður í lastina.

Judmund bar seg skjótt at, fann “lítlu” lúkuna fram, sum skuldi boltast niður á stóru lastalúkuna.

Hann fekk hjálp frá onkrum øðrum, hetta stendur so klárt fyri mær enn, hvussu hann saman við einum øðrum við sjógvi næstan upp undir háls baksaðist við at bolta lúkuna fasta.

Hetta eydnaðist, og menn tosaðu um aftaná, hvussu tað hevði verið vorið, um hetta ikki hevði verið gjørt júst tá, tí so var vandi fyri, at lastin fyltist við sjógvi, eisini tosaðu menn um, at hetta var eitt satt bragd.

Eg kann leggja aftrat, at henda túrin vóru tveir brøður hansara eisini við, pápi mín, Jákup Oluf, og Jógvan Øregaard.

Judmund átti harmoniku og dugdi væl at spæla, hesa hevði hann altíð við sær til skips.

Eg veit um annan túr har Judmund var við Skálabergi í øgiligum illveðri á Kappanum, mær er sagt, at teir høvdu møti umborð, Judmund spældi, men illveðrið var so ræðuligt, at tveir menn noyddust at halda Judmund meðan hann sat og spældi.

Tá Judmund legðist upp á land, var tað kortini í fiskivinnuni hann fyri tað mesta kom at vera. Í fleiri ár var hann álitismaður úti á Dávavirkinum í Klaksvík.

Eina tíð arbeiddi hann eisini í heilsøluni hjá Jógvan við Keldu, og seinni í tíðini bleiv hann stjóri á Handils-og Frystivirkinum í Fuglafirði, har var hann í 10 ár,  og búði við familju síni í Fuglafirði øll hesi árini. 

Men tað var ikki einans í fiskivinnuni hann setti síni spor. 

Seinni í lívinum fór hann at sigla við Strandfaraskipum Landsins, serstakliga yvir Leirvíksfjørð við Ternuni, har treivst hann eisini væl. 

Umleið eitt ár høvdu vit ta æru at hava Judmund í arbeiði hjá okkum, og tað lá væl fyri hjá honum til handverkið, hann var bæði hegnigur, arbeiðssamur og álítandi.

Nú tey síðstu árini hava vit ofta vitja hvør annan. Hann og Heddi hava verið niðri hjá okkum her á Stangavegnum, og vit har uppi hjá teimum, og vit hava sungið og spælt saman, tað var merkisvert at síggja og hoyra, at Judmund dugdi eina rúgvu av sangunum í Guds Fólks Songbók uttanat.

Judmund kom til trúgv sum ungur, og hann og Heddi hava havt sína gongd í Betesda, tað hevur verið gott at sæð tey bæði sita á sínum fasta plássi, og Heddi hevur ikki smæðst við at reisa seg upp á møtum at biðja og prísa Harranum. 

Tað verður tómligt hjá okkum øllum, nú Judmund er farin.

Størstur verður saknurin hjá Heddi, synunum og barnabørnunum.

Men vit syrgja ikki uttan vón, og hendan vónin er ikki ein tóm vón, men sum tað stendur í Hebrearabrævinum 6: 19:  “Í teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálarinnar, sum fer inn, inn um forhangið.”

Hjá Judmundi var akkerið ankrað innanfyri forhangið. 

Góða Heddi, Páll og Hans Christian við familjum, Harrin styrki tykkum í sorgini.

Victor á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo