01.04.1946-13.12.2024
Stutt fyri jól komu tungu boðini, at Jákup var farin í annað ljós. Tó tað, ikki kom óvæntað, varð tað ein skelkur, sum tað altíð er tá hann við líggjanum kemur framvið.
Sjálvur kom eg at kenna Jákup í 1978, tá hann fyri stuttum, við familju, var fluttur heim úr Danmark, har hann hevði nomið sær útbúgving innan byggfrøði og nú hevði stovnað egi byggivirki.
Eg, við familju, var eisini fyri stuttum, fluttur heim og manglaðu vit okkurt at búgva í, og blivu vit ásamdir um, at Jákup skuldi byggja okkum eini sethús í Saltangará, sum vóru klár at flyta inn í, til Jóla í 1990.
Hetta samstarvið at byggja, helt fram tey næstu umleið 15 árini, har vit komu at kennast sera væl og blivu vinir fyri lívið, ikki tí, vit vóru ikki altíð samdir, men loysnir funnu vit altíð og langir bygg-sáttmálar kendu vit ikki nógv til, okkara millum varð ein avtala ein avtala.
Jákup var góður handverkari og hevði sera gott innlit í bygging, men hóast tað helt eg ikki, at tað fyri hann var tann rætta hyllin, hann var komin at sita á, mangan tá vit vóru saman, hevði hann tankar um annað virksemi.
Fyrstu árini ið áttatitalunum umrøddi hann ofta uppsjóvarfisk, har hann helt, at tað átti at koma meira til høldar. Saman við Tummas Thomsen o.ø. hevði hann ítøkiligar ætlannir um at stovna eitt virki í Gøtu. men av ymiskum orsøkum, bleiv tað ikki til nakað.
Jákup, treiskur sum hann var, gavst ikki so, nú var tað aftur uppsjóvarfiskur, men nú var tað skip at fiska fiskin við. Í 1985, tá tann sokallaði skipapakkin kom, fekk Jákup, saman við øðrum góðum kreftum, loyvi at byggja eitt skip.
12. januar 1987 sást úrslitið, tá var gleðirómur í Gøtu, tá ein framúr nútíðar nótabátur stevndi inn á vánna í Gøtuvík, hettar var nýggi Tróndur í Gøtu.
Nú skuldi ein trú, at alt var so sára gott, men so var ikki, tað gekk milt sagt illa og raksturin bar seg als ikki, umstøðurnar vóru nógv broyttar frá at sáttmálin var skrivaður, til nú, prísir og annað var farið skeiva vegin, illa gekk, ja so illa stóð til, at kom ikki broytingur í, vildi alt fara á húsagang.
Nú stóð nógv á, og her var Jákup sum tikin úr leikum sum reiðari, við hansara róliga, treiska sinnalag og framskygni, samskipaði hann nógvar skapndi loysnir.
Loysnin bleiv, saman við avbera góðum skipara og fólki, sum flest allir vóru parteigarar, at samskipa millum annað, umlegging av lánum, eigarnir øktu um eginpening og annars fóru niður í hýru, hettar varð ein leiðilig samanseting.
Tó, hettar vísti seg at gera munin og áleið 1990 vóru tey reyðu tølini á botnlinjuni burtur, skip og reiðarí vóru bjarga, restin er søga, ikki bara søga, men ein sólskinssøga fyri Gøtu og fyri allar Føroyingar.
Eitt er vissuligt, hevði henda loysn ikki borið á mál, hevði tað gingið nógv ár, áðrenn nakar hevði mót og orku, at byggja nýggj uppisjóvarskip til at gagnýta tað stóra tilfangi sum svimur í havinum kring oyggjarnar.
Ja, Jákup var ein sera framskygdur vinnulívsmaður, men hann var eisini eitt sera sosialt menniskja og vit, vinir hansara, høvdu tað mangan hugnaligt, bæði til gaman og álvara.
Hjá okkum vinum og kenningum, er saknurin stórur, men sjálvandi størst hjá tær góða Lena, børn, abba-og langabbabørn.
Hann sum øllum valdar, styrki tykkum í sorg tykkara.
Sov í friði góði vinur
Símun Mittún
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo