Klárt er nú at fara undir at framleiða streym av álvara úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi.
Tað hevur svenska fyritøkan Minesto, sum arbeiðir saman við SEV, boðað børsinum frá, skrivar Marketscreener.
Fundamentið á botninum og sonevnda plug-and-play tjóðringin av risadrekanum er liðugt og klárt er at binda í, sigur Minesto í børsfráboðanini.
Partabrævið hjá Minesto er økt umleið 20% í virði higartil í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo