Frá Parkini til Vágsbotn. Sama hvar teir spæla, sama hvat teir gera, so fáa teir toppkarakter. Tað sum byrjaði við at nakrir vinmenn í Keypmannahavn gingu saman í ein tónleikabólk í 2012, menti seg skjótt til, at teir gjørdust kongarnir av danska tónleikahválvinum. Føroyar, gleð teg til Minds of 99.
Á sumri 2024 spældu teir 3 útseldar konsertir í Parkini. BT gav konsertini 6 av 6 stjørnum. Soundvenue 5 av 6. Politikken 6 av 6. Ekstablaðið 5 av 6. Gaffa 6 av 6.
Minds of 99 er eitt tað størsta navnið nakrantíð á OY Voxbotn. Talan er kanska um sterkasta danska bólkin nakrantíð, og bólkurin er so avbera aktuellur eisini. Minds of 99 varð settur á stovn í 2012, og longu 3 ár seinni tendraðu teir Roskilde Festivalin.
Sama hvar bólkurin framførir er útselt.
Bólkurin hevur vunnið eitt ótal av virðislønum. Gaffa, Danish Music Awards og Zulu Awards – bara fyri at nevna nakrar. Millum stóru hittini kunnu nevnast: Under din sne, Ung kniv og Emil.
Fyri at lýsa tónleikin hjá Minds of 99 eru fleiri, ið hava kallað tað fyri New Age Rock, men eg hugsi vit á føroyskum kunnu semjast um, at hetta er vakur sveimandi popprokkur. Men tað sum serliga eyðkennir bólkin er ljóðið. Teir ljóða heilt einfalt BARA sum Minds of 99. Ljóðið er egið og sermerkt. Upplyftandi og melankolst í einum.
Bólkurin spælir sum ein vælsmurd tónleikamaskina, uttan tó at ljóða mekaniskt. Tónleikurin sveimar og brúsar í orku og kenslum, meðan løttu, minniligu og gerandisligu tekstirnir syngja um viðurskifti vit kenna okkum aftur í.
Tónlistarlig snúvningsaksa
Bólkurin er ein sonn savningsmagnet. Tá tær spæla, tysja fólk saman, og syngja hart og kensluborið við óføru sangunum. Ofta verða konsertinar lýstar sum eitt slag av felagssangi, tí so sterkir eru sangirnir, at tú kanst syngja við frá byrjan til enda.
Spennandi verður at vita, um ein bólkur sum kann fáa fjøldir størri enn Føroya land í sanna ekstasu, eisini klárar at spæla Vágsbotn upp. Vit gita, at konsertin við Minds of 99 verður eitt absolutt hæddarpunkt í 2025.
Ger skjótt av og keyp atgongumerki í sms, effo kring landið og á ebillet.fo. Nógv bendir á, at ársins OY Voxbotn verður tað størsta nakrantíð, og tí ræður um at gera skjótt av fyri at tryggja sær, at man ikki stendur á Vaglinum tá OY Voxbotn tendrar 28. juni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo