Ósemjan um vápnahvíldaravtaluna við Hamas er nú loyst, og stjórnin í Ísrael fer at taka endaliga støðu til avtaluna fríggjadagin, skriva miðlar í Ísrael og USA.
NRK skrivar, at millum miðlarnar sum skriva tað er ísraelski journalisturin Barak Ravid í amerikansku netavísini Axios, sum verður endurgivið av Times Of Israel.
Leiðarin í Shas-flokkinum í Ísrael, Aryeh Deri, váttar at allar ósemjur um avtaluna nú eru loystar.
- Takk gud, allar ósemjurnar eru nú loystar, sigur hann við The Jerusalem Post.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo