João Felix stendur á gáttini til at skriva undir eina leigiavtalu við Chelsea, sum er galdandi fyri restina av hesum kappingarárinum, skrivar bbc.com.
23-ára gamli Felix kom til Atletico Madrid frá Benfica í 2019 fyri 113 milliónir pund.
Har hevur hann spælt 131 dystir og skotið 34 mál. Hann var eisini við á portugisiska landsliðnum, sum luttók í HM í Katar herfyri. Har skeyt hann eitt mál í fimm dystum.
Chelsea liggur í løtuni á 10. plássi í Premier League, tíggju stig aftanfyri topp-4 og 19 stig aftanfyri oddaliðið Arsenal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo