Ein offiserur í russisku hernaðarligu fregnartænastuni, GRU, hevur síðani í februar verið diplomatur í Danmark.
Tað skrivar Information, sum hevur samstarvað við niðurlendsku avísina NRC.
Talan er um 43 ára gamla Vladimir Grekov. Sambært diplomatlistanum hjá Uttanríkismálaráðnum hevur hann verið diplomatur í Danmark síðani 17. februar í ár, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo