Michael Laudrup er ein av 20 stórum fótbóltspersónum sum skal ráðgeva europeiska fótbóltssambandið, Uefa.
Tað skrivar bretska avísdin The Times.
Bretska avísin skrivar, at panelið hevur sín fyrsta fund 24. apríl undir leiðslu av kroatanum Zvonimir Boban, sum er útnevndur formaður.
Sambært avísini er hetta panelið, The UEFA Football Board:
José Mourinho, Carlo Ancelotti, Zinedine Zidane, Paolo Maldini, Fabio Capello, Javier Zanetti, Luis Figo, Philipp Lahm, Ronald Koeman, Gareth Southgate, Rio Ferdinand, Michael Laudrup, Rafael Benitez, Roberto Martínez, Predrag Mijatovic, Jürgen Klinsmann, Rudi Völler, Petr Cech, Juan Mata og Robbie Keane.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo