Hvannrók: Tey eru ófør í Miðvágs róðrarfelag, og kappróður hevur djúpar røtur í bygdini. Tey taka stór tøk til tess at fáa bátarnar mannaðar. Flaggdagurin er serligur í felagnum, tí eftir flaggdagsrøðuna vera bátarnir flotaðir, og síðani er drekkamuður í neystinum fyri rógvarar og onnur.
Jógvan Hans sigur soleiðis:
- Tá tú nevnir flaggdagin, so er siðvenja í felagnum, at bátar vera flotaðir flaggdagin, men vit forða ikki manningum at fara í bátin fyri flaggdagin, men tað vísir seg, at veðrið er sjáldan til vildar fyri flaggdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo