Í morgun, tá eg kom til arbeiðis í kommunuskrivstovuni, kom ein góður vinur á gátt, hann heldur fyri, ja nú er Hanus farin! Hvør Hanus spyrji eg. Jú, Hanus undir Leitinum.
Eg steðgaði á og tankarnir spolaðu aftur.
Jú, Hanus og eg kendust væl, vóru báðir borgarstjórar um somu tíð og ofta kom Hanus á gátt hjá mær í Skopun.
Tað sum vit tosaðu mest um, var politikkur. Hanus sat onkuntíð á tingi fyri Fólkaflokkin sum varamaður.
Hann hevði stóran áhuga fyri øllum, sum rørdist í samfelagnum og hevði eina stóra vitan um samfelagið, eisini uttanfyri landoddarnar. Tá Hanus legði frá sær, fyri aldur, í Meginskúlanum, var hann eina tíð lærari í heimbygdini.
Hanus varð føddur og uppvaksin í Húsavík, undir Leitinum, saman við einum stórum systkinnaflokki. Pápin var sjómaður og mamman stríddist heima, sum flest allar konur gjørdu.
Hanus var góður við staðið, har hann varð føddur, tí fekk hann sær tað sum eftirnavn.
Eg minnist væl, tá vit í Skopunar Kommunu høvdu vitjan av einum ísreaelskum sendiharra, at vit valdu at fara eina útferð til Húsavíkar. Og sjálvandi var tað Hanus, ið tók ímóti okkum, enskt dugdi hann sum føroyskt, so vit fingu alla søguna um Húsavík, hana dugdi hann til UG. Jú, frásøgumaður millum teir fremstu.
Í samstarvi ímillum kommununa, var hann hollur og sakligur, so eg sá upp til henda prúða húsvíksjingin, ikki so sjálvdan ringdi eg til hann og spurdi um góð ráð. Oftast var tað kona Hanus, sum tók telefonina, við síni kærleiksfullu rødd fekk man altíð eitt gott prát, so tú føldi teg væl.
Fyri tíggju mánaðum síðani fór Fía av foldum frá. Eg tori at siga, at hetta tók Hanusi meira enn fast. Og haldi eg, at hesin vitugi maður følnaði burtur, til hann í gjár 28. nov sløknaði.
Tað tikist løgið, at koyra inn í hesa vøkru bygd, Húsavík, har alt tað nátturuvakra heilsa tær vælkomið. Grótgarðarnir teir vakrastu í landinum, sum boðar frá, at her búði eitt røkið fólk. Og heimið hjá Hanusi og Fíu stendur so syrgi, sum tað fyrsta húsið tú kemur til.
Eg minnist væl ta fyrstu tíðina, eg varð valdur í kommununa, at tað var altíð Hanus, sum var stavnamaður fyri sýsluni, varð altíð orðstýrari í kommunufelaginum, hetta var tíðin tá vinmaður Hanusar, Jógvan í Løguni, ráddi fyri borgum.
Jú, tá Hanus undir Leitinum tók orðið, við sínum vakra málburði, varð altíð tøgn, øll lurtaðu eftir hesum skilamanni.
Hanus undir Leitinum hevði eisini roynt sjólívið. At fáast við seyð og rakstur, var hann ímillum teir fremstu.
Lívsstarvið hjá Hanusi var, at vera lærari, hann var í mong ár lærari á Sandoyar Meginskúla.
Tá Skopunar Kommuna helt dagin, tá nýggi skúlin varð tikin í brúk og vígdur, var Hanus har og gleddist saman við okkum. Har Jógvan Fríðriksson bispur og landsstýriskinnan í skúlamálum Rigmor Dam fluttu fram røður, saman við fleiri ørðum. Tað er her myndin er tikin, Hanus stendur til høgru á myndini.
Hanus giftist við Fíu, ættað úr Elduvík, tey fingu trý børn, Joel, Kristinu og Jallgrím.
Nú Hanus andaðist, var hann 77 ára gamal.
Við hesum fáu orðum, fari eg at lýsa frið yvir Hanus og Fíu undir Leitinum.
Gerhard Lognberg
borgarstj
Skopunar Kommuna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo