So halda vit til - í Jesu navni
- Zacharias Nielsen, grindaformaður í Sandavági

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Norðoya Kunningarstova: Seinastu mánaðirnar hevur Norðoya Kunningarstova arbeitt við einum nýggjum átakið, sum kallast Heystglóð.

Hetta snýr seg um eitt  vinnu- og mentanarátak fyri børn og vaksin, sum verður í heystfrítíðini.

Mentanarvikan Heystglóð byrjar mánadagin, tá skúlarnar hava fingið heystfrí. Vikan endar við einari sera spennandi mentanarnátt leygarkvøldið 19. oktobur har handlar, fyritøkur, sjúkrahús, brandstøð, politistøð og onnur lata dyrnar upp fyri einum fjølbroytnum og spennandi degi og kvøldi.

Leygarkvøldið eru tvær serstakar konsertir – stovukonsert við HEIÐRIKI í gomlu húsunum hjá Waag og FRÆNDUR fer á pall í nýggja Kappróðrarnneystinum.

Skráin sæst á  https://visitnorth.fo/ og á fb síðuni Heystglóð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo