Menniskjavirðið er so óendaliga høgt. Vit gera alt fyri at verja menniskjalív í tí dagliga. Men, nær byrjar lívið? Um tað ikki byrjar við gitna, nær byrjar tað so?
Maður og kona eru altíð í myndini, tá ið eitt egg verður gitið. Hetta er teirra barn, men kunnu tey gera sum tey vilja við barnið? Um øll skulu hava ein frían vilja uttan avmarkingar, hvar enda vit so?
Tað sum øll tey óføddu børnini hava til felags er, at tey eru púra verjuleys. Um vit ikki verja tey óføddu, hvør ger tað so?
Nógvir eru spurningarnir, men fyri mær er ongin ivi um, at lívið byrjar við gitna. Eg haldi, at fríi viljin hjá mammuni og pápanum at velja, steðgar við rættinum hjá barninum at liva. Verjuleysa barnið fer altíð at vera høvuðspersónurin í mínum eygum.
Hetta stendur Miðflokkinum saman um, har vit ynskja at lógartryggja rættin til lívið – verja menniskjalív.
Umframt hetta, so eru barnafamiljurnar høgt raðfestar í valskránni hjá Miðflokkinum. Vit hava eitt sterkt ynski um, at familjurnar skulu trívast og nørast, so at tað verður lív í.
Vit verja øll menniskjalív. Vit ynskja at tað skal vera lív í Føroyum.
Steffan Klein Poulsen, valevni fyri Miðflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo