Tórshavnar kommuna: Flestu føroyingar eiga nóg mikið av mati inni til umleið tríggjar vikur. Tó verður nærum alt frískt grønmeti innflutt. Hvat gera vit, um skipini ikki sigla, og flogførini ikki lenda í longri tíðarskeið? Hvussu kunnu føroyingar sjálvir framleiða meira mat, so Føroyar gerast meira sjálvbjargnar?
Almennu Føroyar hava onga tilbúgvingarætlan fyri landið, hvørki viðvíkur mat ella heilivág. Sambært spurnakanning hjá Fróðskaparsetri Føroya, eiga flestu føroyingar mat heima til tríggjar vikur, men mestsum einki av hesum er grønmeti.
Matveitingartrygd ella tilfeingi verður ovast á breddanum í Umhvørvisvikuni, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri í døgunum 5. til 9. mai. Eins og undanfarin ár verður eitt nú áhugavert evniskvøld í Reinsarínum..
Nógv onnur tiltøk eru eisini í Umhvørvisvikuni. Plantumarknaður verður í miðbýnum, og afturvendandi tiltakið “Plantið eitt træ”, við møguleika fyri at ogna sær gagnplantur, verður somuleiðis í Umhvørvisvikuni. Skipað verður eisini fyri ymsum túrum og verkstovum.
Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu og Visit Tórshavn samskipa Umhvørvisvikuna. Tit eru vælkomin at venda tykkum til Visit Tórshavn á tlf. 30 24 25 við spurningum. Nærri útgreinað skrá kemur seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo