Hann hevur verið fastur fúsur í messuni umborð á Norrønu síðani 12. mai 2016. Men nú fer hann frá vegna aldur, og fer at njóta lívið sum pensjonistur í Vatnsoyrum, hagani hann er ættaður, tað skrivar Nordsøposten.
Longu 25. septembur í 2022 hevði hann bakað eina millión av teimum væl umtóktu pannukøkunum. Og nú hann skjótt riggar av, er ein hálv millión løgd afturat, skrivar miðilin.
Lítillátin sum Martin er, leggur hann ikki í at gera so nógv burtuúr, sigur Nordsøposten, sum ivast í um tað verður lætt at finna nakran líka trúgvan og dugnaligan at taka yvir eftir Martin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo