Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin vísir Filmsfelagið marokkanska filmin ”Blái kappin”.

Maryam Touzani, sum hevur gjørt filmin, er fødd í Tanger í Marokko í 1980. Hon er virkin innan film og journalistikk. Fyri henda nýggjasta filmin hevur hon vunnið fleiri virðislønir, m.a. í Cannes, Göteborg, Tromsø og í LGBT høpi.

Fotografur er pólska Virginie Surdej (f.1978), ið hevur arbeitt fyri Coldplay, størstu mótahús í Fraklandi og saman við Sakarisi Stórá í Skopun, Skálavík og í Hvalba.

Í nýggja marokkanska filminum, ”Blái kappin”, ið júst fær góð ummæli fyri fotografering, verða vit drigin inn í eina kærleikssøgu í Salé uttanfyri høvuðsstaðin Rabat.

Vit fylgja hjúnunum Halim og Mina, ið hava handil við siðbundnum kappum, nevndir kaftan. Í handlinum er ungi lærlingurin Youseff, sum íðin eygleiðir listarliga marokkanska handverkið, ið altjóða ídnaðurin og mótabransjan halda lítið um.

Viðurskiftini í marokkansku búðini verða enn truplari, tá Halim kennir seg kensluliga, heldur enn yrkisliga, drignan at unga lærlinginum.

Saleh Bakri (Halim), sum fyrr hevur spælt í filmininum ”Costa Brava, Libanon”, spælir saman við Lubna Azabal (Mina), ið hevði høvuðsleiklutin í ”Incendies” hjá Denis Villeneuve.

”Blái kappin” var marokkanska Oscarumboðið í fjør. Hetta er fyrsti marokkanski filmur í Filmsfelagnum.

Filmsfelagið 4/10 kl 20:00 Blái kappin (El Kaftan Azul, Maryam Touzani, Marokko 2022 118 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo