Leygarkvøldið 22. juli verður gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða settir upp niðast í gongugøtuni.
Hetta verður fjóðru ferð, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest, og seinast gjørdist útselt langt áðrenn Tórsfest byrjaði, tá 4.000 fólk vóru á Tórsfest.
Nýggjastu nøvnini á plakatini hjá Tórsfest 2017 eru Hans Marius Ziska og Hamradun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo