Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur sett Maritu Gunnarstein Nielsen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy.

Setanarmálið er viðgjørt og avgreitt í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum vegna ógegni í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Marita Gunnarstein Nielsen er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.

Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur Marita undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk. Afturat hesum hevur Marita viðkomandi royndir í leiðslu, samskifti og samskipan. 

Marita Gunnarstein Nielsen býr í Vági saman við familju síni. Hon tekur við starvinum 1. desember 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo