Føroya Skipara-& Navigatørfelag: Í dag kl 09:00 hittust manningarfeløgini í hølunum hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag fyri at umrøða komandi sáttmálasamráðingar millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag.
Partarnir hava handað krøvini fyri kortum, og eru tað nøkur krøv sum eru felags krøv, og hetta hevur verið til umrøðu í dag.
Í morgin tann 23.03. 2022 kl 13:00 verður felags samráðingar fundur í Vinnuhúsinum um felags krøvini. Um 9 dagar gongur sáttmálin út, og FSN hevur ikki ætlanir um at leingja sáttmálan, men um tað eru ítøkuligar samráðingar sum bera brá av, at ein loysn er fyri framman, so er støðan øðrvísi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo