Manningin á frystilínuskipium Kambi hevur biðið um at verða flutt av skipinum, eftir at teir fingu ein álvarsligan sjógv, einar 17 fjórðingar í útsynning úr Akraberg nakað fyri klokkan 8 í morgun.
Jón Klein Olsen, átaksleiðari hjá politinum, sigur, at tyrlan fer eftir restini av manningini beinanvegin, og boð eru givin til sjúkrahúsini um at vera tilbúgvin at taka ímóti øllum 16 monnunum.
Hann dugir ikki at siga, hvussu støðan hjá teimum er, ella um vandi er fyri, at skipið fer at søkka.
Fleiri skip eru har á leiðini og bjargingarskipið Brimil er á veg og væntast at vera har um ein lítlan tíma.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo