Fríggjadagin tann 29. september kl. 17.00 verður fernisering við málningum hjá Peturi Háberg Jacobsen.
Innan listina hevur Petur fingist mest við tónleik, men byrjaði fyri stuttum at royna seg innan málningalist.
Lena og Niclas koma at spæla nøkur løg. Martin Restorff borðreiðir við ábiti og boblum.
Framsýningin verður í Williamsstovu við Steinatún - í niðaru hædd, har Myndlist heldur til.
Framsýningin heldur fram til og við 4. okt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo