Málningaframsýning verður í Glarsmiðjuni við Hilmar Jónfinn Højgaard í døgunum 5. – 13. apríl.
Hilmar hevur í nógv ár málað náttúrumálningar við motivum runt alt Føroya land. Málningarnir lýsa náttúru, mentan, bygdir og býir í Føroyum. Eisini hevur hann drúgvar royndir við at mála bíbilsk motivir.
Hilmar er ættaður úr Rituvík og býr nú í Saltnesi. Hann byrjaði at mála sum 17 ára gamal. Í 2000, 2001 og 2003 var hann á listaskeið í Holbæk. Í gjøgnum árini hevur hann havt fleiri listaframsýningar í Føroyum, Danmark og Íslandi.
Framsýningin letur upp týsdagin 5. apríl kl.11.00
Sí eisini facebook
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo