Manchester United hevur tryggjað sær Leicester City verjuleikaran Harry Maguire fyri 80 milliónir pund.
Hetta skrivar Manchester Evening News í dag.
Sostatt gerst Maguire heimsins dýrasti verjuleikari, samstundis sum United fær hann fyri nakað minni, enn Leicester City upprunaliga hevði í hyggju at selja hann fyri.
Leicester City skal sum skilst hava ynskt at lata hann fara fyri 95 milliónir pund, men nú eru so partarnir komnir ásamt um ein prís, sum ljóðar uppá 80 milliónir pund.
Maguire er 26 ára gamal og fekk sítt gjøgnumbrot á enska landsliðnum undir HM í 2018. Hann hevur leikt fyri Leicester City í tvey ár, og frammanundan hesum leikti hann í Hull City í tvey ár.
Magure skal nú kappast við menn sum Victor Lindeløf, Chris Smalling, Phil Jones og Marcos Rojo um eitt fast pláss í miðverjuni hjá United.
Væntandi er, at Victor Lindeløf og Harry Maguire byrja inni í fyrsta dystinum hjá United komandi kappingarár, sum verður á skránni tann 11. august ímóti Chelsea.
Dysturin verður leiktur á Old Trafford.
BREAKING: Manchester United have agreed an £80m fee to sign Harry Maguire from Leicester City, Sky Sports News understands
— Sky Sports News (@SkySportsNews) 2. august 2019
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo