Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Magnus Reimar í Króki í starvið sum fyrstalærari í Kaldbaks skúla frá 1. august 2023 at rokna.
Magnus Reimar í Króki er 34 ára gamal og tók læraraprógv í Blaagaard / KDAS - UCC í Danmark í 2016. Síðan lokna útbúgving hevur hann starvast bæði í donskum og føroyskum fólkaskúla. Tey síðstu trý árini sum lærari í Kaldbaks skúla, og síðan 1. februar í ár hevur hann harumframt verið virkandi fyrstilærari í Kaldbaks skúla.
Magnus Reimar í Króki hevur fyrr verið virkin sum hondbóltsdómari í bestu deildini samstundis sum hann áður hevur verið venjari í ungdómsdeildini í bæði hondbólti og fótbólti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo