Forsetin í Fraklandi Emmanuel Macron sigur seg umhugsa at senda hermenn til Ukraina. Sigur russiskur ósigur er neyðugur fyri trygdina í Europa.
Macron sigur at allir møguleikar vórðu umrøddir á europeiskum toppfundi sum hann skipaði fyri um Ukraina mánadagin.
– Tað er eingin semja enn um at senda hermenn til Ukraina. Men einki eigur at vera útihýst. Vit fara at gera tað sum er neyðugt so Russland ikki vinnur, sigur Macron, sum hevði savnað leiðarar úr 20 europeiskum londum í París, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo