Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Evangeliska Røddin: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at talgilda eldru útgávurnar hjá M. C. Restorff og Nikodemussangbólkinum fyri síðani at leggja tær atkomiligar á talgildu tónleikatænastunum á alnótnini. Nú er loksins komið á mál.

Nýggjaru útgávurnar, frá 1991 og fram, hava verið tøkar á netinum í nøkur ár.

M. C. Restorff hevur í meir enn 50 ár verið virkin á andaliga tónleikapallinum í Føroyum.

Nikodemussangbólkurin hevði sín uppruna í ungdómsarbeiðnum í Ebenezer. Orsøkin til navnið “Nikodemus” er at finna í Jóhannesar evangelium kapitul 3, har ein ráðharri við navninum Nikodemus, leitaði sær til Jesus á nátt. Hann ynski at spyrja um hitt æviga lívið. Tað er frá tí samrøðuni at Jesus sigur tey kendu orðini í Jóh.

3.16: “Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann , skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”  Haðani kom navnið, tí ungdómsarbeiði ofta strekkir seg langt út á kvøldið og partvís næturnar.

Talan er um týddar sangir, yrkingar har løg eru sett til. Eisini eru onkrir sangir við kendum løgum, men har føroyskur andaligur tekstur er gjørdur til. Og so er eisini talan um upprunaligar yrkingar og løg.

Útgávurnar hjá M. C. og Nikodemussangbólkinum eru:
⦁    1971 - Meistarans hond
⦁    1975 - Lív
⦁    1977 - Hann legði í munn mín nýggjan song
⦁    1980 - Barnaminnir
⦁    1984 - Konsert við Nikodemussangbólkinum (í Norðurlandahúsinum)
⦁    1986 - Hildin – Nikodemus og vinfólk 15 ár
⦁    1988 - Ymiskt á leiðini
⦁    1991 - Ein glotti fyri framman – M. C. Restorff og Regin Guttesen
⦁    1994 - Nýtt og gott gamalt
⦁    1998 - Sálmar og sangir í nýggjum búna
⦁    2012 - Sanganna veingir

Í 1991 tók M. C. ein ungan spýra undir sítt veingjabreiði, tað var Regin Guttesen. Teir vóru saman um útgávuna “Ein glotti fyri framman”. Síðani tá hevur Regin, sum saman við konuni Heidi og teirra børnum, er trúboðari í Italia, eisini latið út hondum væl av tónleiki, m.a. útgávuna “Fjakkari”.

Tað er Bárður Norðberg frá Evangelisku Røddini sum hevur samskipa arbeiði. Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debes og Eirikur Norðberg hava hjálpt til við talgilding og Óli Poulsen hevur fínpussa og re-mastra. Tað hevur verið drúgt arbeiði at finna fram tey bestu masterbondini, so góðskan kundi blíva so góð sum møguligt. Og í tí sambandi skal eisini ein tøkk ljóða til savnið í Kringvarpi Føroya.

Leggjast kann afturat at nú eru næstan allar útgávurnar hjá Evangelisku Røddini atkomuligar á talgildu tónleikatænastunum. Arbeitt verður víðari vit at fáa tær seinastu út.

Vón og bøn okkara er at hesi orð og tónar skulu vera til frelsu, signing og uppbygging.

Sí útgávurnar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo