Lýsingar á sosialu miðlunum skulu frámerkjast, minnir brúkaraumboðið frá á síni heimasíðu.
- Lýsingar og marknaðarføring er øll kunning, sum kann vera við til at fremja søluna hjá einum vinnurekandi av einari vøru ella tænastu, og sum tú leggur út, tí at tú fært gjald fyri tað, ella fært aðrar fyrimunir við at gera tað, skrivar Brúkaraumboðið millum annað og leggur afturat:
- Øll skulu kunna skilja, at tað er lýsing frammanundan ella samstundis sum tey síggja tað, tú hevur lagt út. Brúkaraumboðið minnir samstundis á, at heimild at banna ólógliga marknaðarførslu, og at brot kunnu revsast við bót.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo