Talan var um eitt miðalgott ár hjá fyritøkuni við heimstaði í Klaksvík ið framleiðir vørur úr harðplasti og EPS.
Bruttovinningurin fall við tveimum milliónum krónum úr 14,8 mió kr til 12,8 mió kr og tað hevndi seg niðri á botnlinjuni, sum tók nærum alt á seg og minkaði úr 5,4 mió kr niður í 3,5 mió kr áðrenn skatt. Verður hugt at miðal seinastu fimm árini sæst, at talan eisini er um heldur lakari tøl enn miðal.
Looknorth er væl fyri, fíggjarstøðan javnvigaði við 31 mió kr við árslok, har er ongin rentuberandi skuld so eginognin er heilar 27,6 mió kr.
Ragnar O. Sundstein er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo