Hagstovan: Í desember eru vanliga flest løntakarar. 2023 var einki undantak, tá talið setti met við 28.740 løntakarum, sum er ein vøkstur á 1,4 prosent í mun til desember 2022.
Samanborið við sama mánað árið fyri vóru 410 fleiri løntakarar í desember 2023, sum svarar til ein vøkstur upp á 1,4 prosent.
Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá ið landið fór niður í ferð.
Lutfalsliga fleiri kvinnur komnar aftrat
Seinasta árið løgdust bæði fleiri menn og kvinnur aftrat løntakaraskaranum. Í desember vóru um 14.700 menn og 14.000 kvinnur, sum er ein vøkstur á ávikavist 0,8 prosent hjá monnum og 2,1 prosent hjá kvinnum í mun til desember árið fyri.
Størsti vøkstur í byggivinnununi og almennari tænastu
Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarligu gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinabólkunum.
Í 'almennari o.a. tænastu' hevur vøksturin verið rættiliga javnur síðani 2014. Tá vóru um 8.500 løntakarar, og teir eru nú 10.700 í tali. Í mun til sama mánað árið fyri er talið vaksið við 245 løntakarum, sum er ein vøkstur á 2,3 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo