Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Hvat hava hesir báðir menn til felags, jú báðir tveir vóru um aldamótið millum fremstu sjálvstýrismenn í Føroyum.

Neyvan ber til at siga tað um teir í dag.

Høgni er fánaður burtur og neyvan fara nøkur sjálvstýrisátøk at vera framd á hansara politisku ævi, sum eftir er, tá ið hugsað verður um hann og tey sum eru kring hann.

Øll flentu eftir Poul, tí at hann skuldi bæði yvirtaka útlendingaøkið og loftrúmið, men hann var ein failure í báðum førum av mótstøðuni frá teimum, sum áttu at stuðla honum.

Sjúrður hinvegin er kúvendur og gongur donsk ørindi í Føroyum.

Hann er til reiðar at selja føroysku tjóðina um hann hevði fingið eina mynt burturúr.

Og øll kenna hansara árliga útbýti á donsku fíggjarlógini, tá ið hann spælir jólamaður í Føroyum, meðan Mette nikkar til hann og orðini tak for sidst falla.

Sjúrður heldur sum Løkke, at Føroyar skulu kvetta alt samband við Russland og aftaná fáa ein frælsari handilsssáttmála við ES.

Hetta er lygn og aftur lygn, tí at Danmark hevur sagt seg stuðlað Føroyum í hesum máli síðan seinastu øld uttan úrslit.

Danmark er ikki størri í ES enn Mykines er í Føroyum og hevur tí onga ávirkan yvirhøvur.

Næstu dagarnar fara Høgnasjúrður at skipa so fyri at oyðileggja ein týðandi lut í føroyskum búskapi, har forni føroyski barentsflotin verður avtikin.

At Sjúrður sum professionellur populistur og sjónleikari í favninum hjá Mette tekur undir við hesum undrar ongan, men at Høgni nú er bert ein Løkke maður undrar øll.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo