Vágs kommuna: Leygardagin 13. august verður árligi mentanardagurin í Vági – Ljósfest.
Heitið Ljósfest stavar heilt afturi frá 1921, tá vágbingar hátíðarhildu Ljósfest fyri Elverkinum í Botni og tað, at streymurin kom til Vágs.
Í fjør var so Ljósfest aftur hildin til heiðurs fyri Elverkinum, sum tá bleiv 100 ár tann 18. juli 2021. Ljósfestin í fjør var ein samanrenning mentanarligum, søguligum og tónleikaligum tiltøkum.
Í ár skipar Vágs Kommuna aftur fyri Ljósfest – ein mentanardagur.
Úr skránni kann nevnast, at barnatiltak verður á pallinum í miðbýnum, listaframsýning verður í Miðlatúni og sølutorg við hondvirkaðum lutum verður í tjaldinum.
Um kvøldið verður tónleikur á pallinum.
Øll skráin sæst: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo