N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

18. oktobur kl. 17 verður útgáva av yrkingasavninum “Lívsins ferð” eftir Victor á Lakjuni og fernisering hjá Øssur Mohr í Gallarí Á Stongunum í Klaksvík.

Dávur Winther mentanarleiðari, Øssur Mohr og Victor á Lakjuni siga nøkur orð og bróðir Victor, Jógvan á Lakjuni, hugleiðir um yrkingasavnið. Sangframførsla og ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin. Victor og Øssur eru systkinabørn og eru báðir ættaðir úr Fuglafirði.

Listaframsýningin er opin inntil 6. november og er opin hesar tíðir:
18. okt. kl. 17-20
19. okt. kl. 14-20
20. okt. – 6. nov. kl. 15-18

Victor á Lakjuni, yrkjari, føddur í Fuglafirði í 1945
Victor hevur altíð havt áhuga í máli, bæði føroyskum og fremmandamálum, og hevur honum dámt væl at skriva, týða og yrkja. Hann hevur skrivað rættiliga nógvar yrkingar ígjøgnum árini – og ikki minst til serstøk høvi, føðingardagar, brúdleyp, veitslur o.a.

Yrkingasavnið ber heitið „Lívsins Ferð“, tí at tað mesta av innihaldinum júst á onkran hátt snýr seg um lívið – heilt frá barnaárum.

Yrkingarnar eru 55 í tali og yrkingasavnið er 141 síður. Íblásturin til yrkingarnar er sjálvandi ógvuliga ymiskur, alt eftir hvat innihaldið snýr seg um. 13 tey fyrstu versini av longu yrkingini, sum er 73 vers tilsamans, kunnu vit kalla eitt preludium, har nomið verður við barnaárini, og hvussu skjótt tey hvurvu.

Fyri ein part hevur tað, sum rørir seg í samfelagnum á ymiskan hátt, eisini verið eitt slag av íblástri, bæði tá tað snýr um vanliga lívið manna millum, um fiskivinnupolitik, eitt sindur um fjølmiðlarnar og javnstøðu, tvær yrkingar eru um P-talið, eitt sindur um andalig viðurskifti, og fýra vísa til ávís brot í Skriftini. Tað er ikki heilt frítt fyri, at Søren Kierkegaard eisini hevur verið við til at ávirka onkra av yrkingunum.

Øssur Mohr, listamálari, føddur í Fuglafirði í 1961
Øssur Mohr fór at mála miðskeiðis í áttatiárunum og fekk sína fyrstu listaligu viðurkenning á ólavsøkuframsýningini í Havn í 1991. Hann er limur í felagsskapinum Føroysk myndlistafólk og limur í Billedkunsternes forbund (BKF).

Síðan Øssur trein fram á pall sum listamálari, hevur hann sýnt fram í Føroyum, Danmørk, Noregi, Íslandi, Svøríki, Belgia, Niðurlondum, Fraklandi. Póllandi, Eysturríki, Týsklandi og USA. Málningar hjá Øssuri eru á søvnum víða um, til dømis á Listasavni Føroya og á listasøvnunum í Varde, Vejle og Ribe. Í danska mentamálaráðnum er hann umboðaður, og málningar hansara eru eisini á mongum almennum og privatum stovnum. Øssur Mohr hevur eisini selt listasavnarum um allan heim myndir.

Øssur Mohr hevur fleiri ferðir verið biðin um at listprýða ymiskar bygningar og stovnar. Eitt nú hevur hann prýtt fyri A.P. Møller, Sdr. Omme Statsfængsel og Slagelse Psykiatri Hospital. Hann hevur sýnt fram í donskum listaskálum síðan 1994.

Tríggjar bøkur eru givnar út um listina og við list hjá Øssuri. Í 1994 kom út bókin “Glottar” við teksti eftir Frits Johannesen og yrkingum til málningarnar í henni eftir Alexandur Kristiansen. Í 2012 kom bókin “Glæman av fjøllum”, sum Ole Lindboe skrivaði, og í 2021 kom út bókin “Ljósið” eftir Randi Ottosen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo