Tað sæst týðuliga í býarmyndini, at áhugin fyri Havnará er stórur.
Børn spæla sær og tey vaksnu eygleiða og práta um og við ánna, sum nú alment er latin upp, eftir at miðbýurin í Havn í eitt tíðarskeið hevur verið merktur av arbeiðnum.
Sum onkur tók til, eftir ein kopp av kaffe-latte í einari av cafeunum: - Sum tað er stuttligt at síggja familjurnar savnast aftur í býnum. Fyrr skundaðu fólk sær heim, tá tey høvdu verið i kirkju - býurin var tómur - nú njótra tey prestsins orð á vaglinum.
Tað hevur verið eitt afturvendandi ynski hjá fleiri sitandi býráðsmeirilutum og eisini nógvum havnarborgarum, at fáa lív aftur í miðbýin.
Fyri nøkrum árum síðani var trappan í Vágsbotni klár at brúka, og hon hevur gjørt sítt fyri at røkka málinum. Og okkurt bendir á, at nú Havnará eisini er komin til sín rætt aftur, ella í øllum førum ein versjón av ánni, so nærkast av álvara við at røkka málinum.
At fáa lív í miðbýin aftur.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo