Havstovan: Tær árligu yvirlitstrolingarnar á vári á føroyska landgrunninum eru nú gjørdar við Jákup Sverra. Tikin vóru øll 100 hálini, har hvørt hál vardi ein tíma. Á túrinum vóru skrásett 55 ymisk djórasløg, harav 40 ymisk fiskasløg.
Framvegis var nógv at fáa av hýsu. Hinvegin var nøgdin av toski undir miðal og hevur verið minkandi síðani 2018. Nøgdin av upsa var eisini undir miðal í ár. Lítið av nebbasild var at síggja, bæði í trolinum og í fiskamagunum.
Túrfrágreiðing frá yvirlitstrolingini er at finna her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo