Líkið av russiska andsøðinginum Alexij Navalnyj er nú latið mammuni, fleiri dagar eftir at hann doyði í einum russiskum fangahúsi.
Mamman hevur tó fingið at vita, at sonurin skal hava eina loyniliga jarðarferð.
Sostatt er ikki vist, at familjan sleppur at geva Navalnyj tað jarðarferðina, sum hon ætlaði.
Tað er enn ikki greitt, nær og hvar jarðarferðin verður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo