Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia fyri einum mánað síðani - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia fyri einum mánað síðani - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia fyri einum mánað síðani - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Um góðar tríggjar mánaðar skal føroyska skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá hol verður sett á undankappingina til HM 2026.

Eftir lutakastið, sum var í Zürich í Sveis á middegi fríggjadagin, komu Føroyar í bólk L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

Og nú er greitt, at Føroyar byrja kappingina á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars klokkan 19:45, meðan síðsti dysturin verður á útivølli fríggjadagin 14. november móti annaðhvørt Frankaríki ella Kroatia.

Afturat undankappingardystunum, skal manslandsliðið eisini spæla tveir venjingardystir í komandi ári, sum verða í juni og novembur mánað.

Leikskráin
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)
5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia (kl. 19:45)
8. sept. Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)
9. okt. Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)
12. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)
14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)

Hvørt tað verður Frankaríki ella Kroatia, ið endaliga verða í bólki L, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum, sum eru á skránni 20. og 23. mars. Taparin verður í bólki L, meðan vinnarin endar í bólki D, saman Ukraini, Íslandi og Aserbadjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo