SF: Teir hava toppað hitlistarnar í USA og Onglandi við sangum sum "Red Red Wine" og "Can't Help Falling In Love", og teir verða roknaðir sum helst mætasti reggae-poppbólkur í tónleikasøguni.
UB40 við sangaranum Ali Campbell á odda kemur í august til Føroya at spæla á Summar Festivalinum og lagt verður upp til ársins poppkonsert á Vágsbø.
UB40 var stovnað í Birmingham í Onglandi í 1978. Ígjøgnum 1980'ini og 1990'ini góvu teir nógvan tónleik út, ferðaðust víða at spæla á stórum konsertum og vóru støðugt á hitlistunum kring heimin. Í Onglandi hevur UB40 havt 50 sangir á single-hitlistanum, og í 1980'unum vóru teir annar av bólkunum, sum vóru oftast á almenna hitlistanum í Onglandi. Bólkurin hevur selt umleið 100 milliónir plátur, og talan er tí um eitt risastórt navn á altjóða tónleikapallinum.
Umframt tey bæði størstu hittini, "Red Red Wine" og "Can't Help Falling In Love", hevur bólkurin eisini hittað við sangum sum "Kingston Town", "I Got You Babe", "Here I Am (Come And Take Me)" og "The Way You Do The Things You".
Øll árini frá 1978 og fram til 2008 var manningin í UB40 støðug, men tá fór sangarin og eyðkenda røddin í bólkinum, Ali Campbell, burturúr. Síðani hevur tað gamla UB40 ikki verið saman, men stóri profilurin í bólkinum, Ali Campbell, helt fram við sínum bólki, og nú kemur UB40 ft. Ali Campbell til Føroya at spæla, og teir fara at skapa eina óvanliga og góða uppliving við øllum teimum deiligu reggae-popphittunum.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo