Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF:  – Hetta man vera ein av mínum størstu uppgávum sum dómaraeygleiðari. Tað, at sleppa at vera partur av einum dystin í deildarspælinum í Champions League, kennist eisini sum eitt slag av viðurkenning. Men eg ætli mær ikki at gera mun á hesari uppgávuni, samanborið við aðrar eygleiðarauppgávur, ið eg havi havt fyri UEFA.

Tað sigur dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen, sum í næstu viku skal eygleiða dómararnar á stóra San Siro leikvøllinum í Milano í Italia.

Seinastu nógvu árini hava Lassin Isaksen og Niklas á Líðarenda, umboðandi Føroyar, røkt fleiri dómaraeygleiðarauppgávur fyri UEFA. Alt frá yngru kappingunum hjá UEFA, innleiðandi umførunum í Champions League, bólkaspælið í Conference League og Europa League, umframt U21 og ymsar A-landsdystir.

Men nú komið er væl áleiðis í deildarspælinum í Champions League, sum fyrr var bólkaspælið, hevur UEFA útnevnt Lassin Isaksen at vera dómaraeygleiðara í dystinum millum italska stórfelagið, AC Milan, og Reyðu Stjørnu úr Serbia.

Undan dystinum er AC Milan nummar 16 í deildini við níggju stigum, meðan Reyða Stjørna er nummar 31 við trimum stigum.

Niklas á Líðarenda skal eisini í eldin seinni í mánaðinum, tá hann verður dómaraeygleiðari í dystinum í deildarspælinum í Conference League millum svenska liðið, Djurgården og Legia Warsawa úr Póllandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo