Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-045/2024 frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum,

Dennis Holm, um ferðsluviðurskifti gjøgnum Vága kommunu og rundkoyring á Giljanesi

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Eru ætlanirnar um at betra um ferðslutrygdina gjøgnum Vága kommunu útsettar ella sleptar?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá støðuni viðvíkjandi rundkoyringini á Giljanesi, og nær kann arbeiðið at gera rundkoyringina byrja?

Svar til spurning 1
Landsverk arbeiðir miðvíst við at betra um trygdina á landsvegakervinum. Vegakervið er ein heild, og Landsverk samstarvar við kommunur, ferðslumyndugleikar og serfrøði um trygd og tílíkt.

Landsverk hevur samskift við kommunurnar í Vágum um vegatekniskar loysnir fyri at betra um ferðslutrygdina í kommununum. Millum annað hevur verið samskift við Vága kommunu um ferðsluviðurskiftini við skúlan á Giljanesi og um møguleikan fyri at fáa eina rundkoyring (sí svar til spurning 2).

Ferðsluviðurskifti broytast, serliga har nógv fólk ferðast, eitt nú við skúlar, og tí mugu størri atlit takast til ábæra ferðslu, sum er fólk til gongu ella á súkklu. Sum partur av arbeiðinum at dagføra samferðsluætlanina, hevur Landsverk útgivið eitt temablað um ábæra ferðslu, og hvat er best at gera.

Ein av avbjóðingunum við ferðslutrygd og ferðsluviðurskiftum annars er, at tað er nógv ferðsla í bygdum øki á landsvegnum gjøgnum Vága kommunu. Umleið 4.200 akfør koyra í miðal á hesum strekkinum gerandisdagar, sum millum annað stavar frá flogrutuni.

Sum liður í at betra um ferðslutrygdina á hesi farleið, hevur Landsverk seinastu árini framt ymiskar ábøtur. Árini 2018-2020 vórðu 1,8 mió. kr. brúktar til ferðslutrygd fram við vegnum til og frá skúlanum á Giljanesi.

Í 2021-2023 vórðu 9,9 mió. kr. brúktar til at asfaltera ymiskar vegir í Vágum.

Í ár er ætlanin at gera ábøtur á einari ferðsluoyggj miðskeiðis við landsvegin í Sandavági. Arbeiðið er boðið út, og ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í ár. Endamálið er at betra um ferðslutrygdina í bygdini.

Svar til spurning 2
Landsverk hevur arbeitt saman við Vága kommunu við einari loysn at binda saman ferðsluna til og frá skúlanum, landsvegnum, kommunalum vegum og vinnuøkinum á Giljanesi við eini rundkoyring og vegagerðum. Enn er tó bert talan um fyribils skitsur og leysligar kostnaðarmetingar.

Báðir partar meta hetta verða eina góða loysn, sum betrar ferðsluviðurskiftini og framkomuleikan í Vága kommunu.

Hetta er ein rættiliga stór og dýr verkætlan, sum kann fremjast heilt ella partvíst, og sum kann verða gjørd í stigum. Ætlanin er, at rundkoyringin skal vera á landsvegnum beint vestan fyri skúlan og skal hava 5 íbindingar. Vegagerðin verður umleið 1,8 km.

Um verkætlanin skal fremjast, skal ein heilt greið avtala gerast millum Landsverk og Vága kommunu um, hvør fíggjar og ábyrgdast fyri hvørjum parti. Ein loysn kundi verið, at landið ger rundkoyringina og íbindingarnar í verandi landsveg, sum so verður partur av landsvegakervinum, meðan kommunan ger allar vegirnar. Sum tað fyrsta má ein nýggjur vegur gerast frá rundkoyringini til skúlan á Giljanesi.

Sum tilskilað er verkætlanin ongan veg komin enn, og eingin peningur er játtaður til endamálið. Neyðugt er at játta pening til at prosjektera verkætlanina. Síðani skal støða takast til, um verkætlanin heilt ella partvíst skal fremjast.

8. november 2024

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo