Landsverk gevst nú fyri í kvøld at rudda vegirnar.
Byrja verður aftur kl. 05 í morgin árini.
Vegurin er stongdur frá rundkoyringini omanfyri Norðskála og oman til Magnstøðina við Streymin.
Fleiri áarlop eru í kvøld millum Effostøðina og Leynatunnulin, og har er nógv vatn á vegnum.
Stórur hylur er á landsvegnum omanfyri Skála og nógv vatn er á landsvegnum í Søldarfirði, við Magnstøðina í Gøtudali og við Gravarbø á Norðoyararvegnum.
- Vit vilja mæla fólki frá at koyra á Oyndarfjarðarvegnum. Tað er ikki koyrandi eftir Selatraðarvegnum har verður grivið aftur kl. 07:00 í morgin og Elduvíkarvegnum kl.07:30. Bilførarar mugu vísa størsta varsemi tá koyrt verður millum bygdir, sigur Landsverk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo