- Fleiri áarlop eru í løtuni, tað er ikki koyrandi hesi støð, m.a. á Selatraðarvegnum, við Leynatunnulin, í Kalbaksbotni, millum Leynar og Skæling, á Oyndarfjarðarvegnum, maskinur eru ávegis. Vit ráða fólki frá at koyra millum Skipanes og Skálafjørð og vísi varsemi millum Skála og Skálafjørð í løtuni. Tað eru fleiri smærri lop aðrastaðir kring landið.
Soleiðis skrivar Landsverk á heimasíðuni í kvøld, nú veruligt blot eru komið í kavan, og stórar nøgdir av vatni og kava leita sær oman móti sjónum.
Her sæst videobrot av Selatraðarvegnum í dag, sum verður dúgliga deilt á sosialum miðlum, og sum vísir, at tað er ikki lukkuligt at vera fyri, tá lopini koma.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo